Hermaðurin kann fáa deyðarevsing

Tann amerikanski hermaðurin, sum skjeyt 16 sivilfólk í Afghanistan sunnunáttina, kann fáa deyðarevsing fyri gerð sína. Tað sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Leon Panetta, við fronsku tíðindastovuna AFP.

Tilburðurin, sum var í landspartinum Kandahar har suðuri í Afghanistan, hevur økt spenningin millum afghanar og Vesturheimin, og Taliban hevur hótt við hevnd. Samstundis hava fleiri kravt, at USA skal taka sínar hermenn úr landinum alt fyri eitt.

Leon Panetta (myndin) leggur dent á, at tað, sum hendi sunnunáttina, var ein serstøk hending, sum ikki fær nakra ávirkan á avgerðina hjá USA at taka teir seinastu hermenninar úr Afghanistan innan árslok í 2014.

-Kríggj er ræðuligt, og í kríggi slepst ikki undan hendingum sum hesari. Hetta eru ræðuligar hendingar, men hetta er ikki fyrstu ferð, at tílíkt er hent, og hetta er neyvan heldur seinastu ferð, sigur Leon Panetta sambært Reuters.