Í gjár, 1. mars, hevði Kvívíkar kommuna eina hugnaløtu fyri Herlufi Müller, sum fer frá fyri aldur.
- Herluf hevur í nógv ár havt eftirlit við almennu vesunum í Kvívík, og hann hevur trúliga passað hesi hvønn dag.
Tað siga tey í Kvivíkar kommunu.
- Nú heilsan er farin at bila, og árini eru komin, ber ikki so væl til hjá honum at røkja hetta starv longur. Herluf hevur tí valt at siga starvið frá sær.
Dagurin varð hátíðarhildin á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgnum og nærmastu familju .
Borgarstjórin, Hans Jóhann Sørensen, segði nøkur orð við høvið og handaði Herlufi blómur og eina gávu.
##med2##
Kvívíkar kommuna takkar Herlufi Müller fyri tíðina, hann so trúliga hevur haft eftirlit við almennu vesunum í Kvívík.
- Vit ynskja honum blíðan byr og alt tað besta, verður lagt aftrat.