Saman við Knúti Olsen og Boga Krossteig er Herluf Guðmundsson helst størsti HB-fjepparin, sum finst.
Hetta seta teir, sum manna hópin hjá besta liðnum hjá HB stóran prís uppá. Tá HB gjørdist meistari í 2013 keyptu effodeilds-spælararnir hjá HB Boga Krossteig ein ferðaseðil millum Kastrup og Vágar, so hann kundi sleppa heim at feira meistaraheitið hjá HB.
Í dag hevur effodeilds-hópurin hjá HB aftur sýnt einum hollum fjeppara ein stóran heiður. Herluf Guðmundsson er innskrivaður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og áðrenn hann visti av fyrr í dag, so hevði hann allan hópin hjá HB á vitjan inni í sjúkrastovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi. HB-ararnir brúktu høvið, nú teir spæla ímóti TB við Stórá í Trongisvági í dag. Herluf Guðmundsson var sjálvandi rørdur og ovurfegin um fínu vitjanina
Respekt fyri slíkum. Fótbóltur er meiri enn bara tað, sum hendir á vøllinum.
(Mynd: hb.fo)