Herluf er væl skikkaður

Herluf Sigvaldsson er settur aðalstjóri í dag, hóast meirilutin í setanarnevndin ikki innstillaði Herluf Sigvalsson. ? Eg tók støðu út frá heildarmetingini, sigur løgmaður. Meirilutin í setanarnevndin, sum gjørdi eitt tilmæli til løgmann, um hvør skal verða aðalstjóri í Uttanríkisráðnum, hevði ikki innstillað Herluf Sigvaldsson sum nummar eitt. Kortini er hann í dag settur av løgmanni sum aðalstjóri í Uttanríkisráðnum.

-Eg tók støðu út frá heildarmetingini av málinum. Umframt tilmæli frá setanarnevndini gav uttanríkisráðharrin eisini sítt tilmæli, og eg havi tikið støðu út frá hesum báðum tilmælunum, sigur løgmaður, sum ongan iva heldur verða um, at Herluf Sigvaldsson er væl skikkaður til starvið.

Løgmaður vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið.