Ein dagin ringdi telefonin hjá Niclas Hera Jákupsson. Tað var ikki omman við Gjógv, ið ringdi, men sangarin Karl Martin Samuelsen.
- Hann segði við meg, at hann hevði brúk fyri einum kóri til ein fótbóltssang, og kórið skuldi ikki syngja for reint. Hann spurdi meg, um vit í Dynamitt ikki kundu koma at syngja.
Hetta er ein av søgunum, sum tónleikararnir í Dynamitt siga frá í nýggjum dokumentarfilmi um bólkin. Filmurin er partur av útgávu, har eisini live-fløga við bólkinum er við.
Søgan um Dynamitt minnir nógv um søgurnar um aðrar føroyskar tónleikabólkar – teir byrja meira ella minni tilvildarliga millum vinfólk í onkrum kjalllara – men við tíðini er søgan um tann popputa bólkin úr Klaksvík meira serlig. Teir hava verið meira áhaldandi enn miðal føroyski tónleikabólkurin, hava givið fimm fløgur út og hava spælt stórar konsertir fyri túsundtals áhoyrarum.
Teir hava verið kallaðir ein søkkandi skúta við pillrotnari last, men teir hava yvirlivað tær lemjandi atfinningarnar – og fólk hava sungið við.
Óformellur
Dokumentarfilmurin sigur eina stuttliga og fríska søgu um Dynamitt frá byrjan, tá ið vinmenninir Niclas Heri Jákupsson og Emil Gunnarstein keyptu ljóðføri fyri konfirmatiónspengarnar og stovnaðu bólk, hóast teir ikki dugdu at spæla, og fram til dagin í dag, nú Dynamitt er populerari, enn teir nakrantíð áður hava verið.
Tónin í filminum er óformellur og stuttligur. Niclas Heri og Emil undirhalda við søgum um bólkin. Millum annað, tá ið teir einaferð vóru á veg til Sands at spæla, men mistu hugin á veg suður. Teir ringdu avboð, men máttu finna upp á eina umbering fyri ikki at møta til dansin.
- Vit søgdu so, at bussurin hjá okkum var farin út av á Oyggjarvegnum, og at tveir av tónleikarunum vóru endaðir á Landssjúkrahúsinum.
Dynamitt hevur við nýggju útgávuni gjørt nakað, sum eingin annar bólkur hevur gjørt. Teir dokumentera sína søgu við filmi, og tað er kanska í tráð við heitið á útgávuni:
Vit vilja ongantíð doyggja.