Danska løgreglan hevur í kvøld stongd eina boksistevnu - Herlev Fight Night - eftir at fólk fóru til hendurs, og tveir persónar vórðu stungnir niður.
- Eg kann ikki siga nakað serligt um hendingina í løtuni, men her hevur eftir øllum at døma verið eitt størri slagsmál, og tveir persónar eru stungnir við knívi, sigur vaktleiðarin, Brian Holm, í Keypmannahavn.
Sum skilst á donsku løgregluni í kvøld, er eingin av teimum stungnu í lívsvanda.
- Tað vóru rættiliga nógv fólk til Herlev Fight Night, og vit fóru væl mannaði út og hava stongt stevnuna, men enn er eingin handtikin, sigur vaktleiðarin við danskar miðlar um 21-tíðina í kvøld.
Sambært fyrireikarunum vórðu bara tveir dystir avgreiddir, tá ruðuleikin tók seg upp.
- Eg ringdi til løgregluna fyri trimum døgum síðan og ávaraði tey um, at her fóru at koma nógv fólk - eisini fólk, sum eru knýtt at bandavirksemi, sigur ein av fyrireikarunum.
Sambært Københavns Vestegns Politi fer løgreglan at vera til steðar í Herlev og nærliggjandi økjum í nátt fyri at tryggja borgararnar í býnum, sigur vaktleiðarin, Brian Holm.
Borgarstjórin í Herlev, Thomas Gyldal Petersen, var eisini í høllin, tá ruðuleikin tók seg upp, og hann skrivar á sínari Facebook-síðu, at hann nú er við hús aftur eftir kvøldið, sum byrjaði so væl, men endaði so ógvuliga ólukkuliga.
- Tíverri byrjaði slagsmál millum teir bólkar, tá tveir dystir vórðu avgreiddir. Hetta menti seg til, at stólar vórðu kastaðir - og tíverri, at fólk eisini vórðu stungin, sigur borgarstjórin.
Boksitiltakið - Herlev Fight Night - er sambært fyrireikarunum størsta tiltak av sínum slag í Danmark, har bæði danskir meistarar, landsliðsboksarar eins og EM og HM-luttakarar eru við.