Sum vit skrivaðu í gjárkvøldið, fekk Strandferðslan endaligt siglingarloyvi til Herjólf 3 seint seinnapartin í gjár. Og í gjárkvøldið loysti hann frá bryggju á Skála og fór hann royndartúr. Hann sigldi nakað suður um Borðuna, áðrenn hann setti kósina norðureftir aftur og fór á Havnina. Har legði hann seg fyrst í krókin undir havnaskrivstovuni, men síðani legði hann seg á vanliga atløguplássinum hjá Smyrli.
Rampurnar eru lagaðar til, so at hann kundi leggja at í Havn og á Krambatanga, og í Havn riggaði alt, sum tað skuldi. Nú er Herjólfur á veg suður á Krambatanga. Har verða seinastu fyrireikingarnar gjørdar, áðrenn Herjólfur fer í sigling leygardagin, tá ið hann loysir av Krambatanga klokkan seks á morgni.
Herjólfur er nógv minni enn Smyril, so tað er greitt, at talan verður um eina stóra avmarking í suðuroyarsiglingini. Herjólfur tekur ikki so frægt sum ein triðing av teimum bilum, og tí farmi, sum Smyril tekur. Upprunaliga varð mett, at Herjólfur kundi taka 481 ferðafólk, sum er helvtin av tí, Smyril tekur. Men nú hann hevur fingið siglingarloyvi, er hann enn meiri avmarkaður, tí eftir loyvinum kann hann bara taka 385 ferðafólk, ella 95 ferðafólk færri enn ætlað. Strandferðslan sigur, at orsøkim er, at hann eisini siglur um náttina og sostatt skal pláss skal vera umborð fyri tveimum manningum.
Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur áður upplýst, at í fjør var tað bara 53 ferð at tað vóru meira enn 400 ferðafólk við Smyrli, tað svarar til trý prosent av túrunum ella – og tað vóru bara 25 ferð, at tað vóru meira enn 500 ferðafólk við Smyrli.