Herjólfur 3 fer til Íslands at loysa av

Tað er ásett í leigusáttmálanum millum Strandferðsluna og Vegagerðin í Íslandi, at eigarin í slíkari støðu hevur rætt til at boðsenda Herjólf 3 at loysa av.

Orsaka av, at Herjólfur 3 skal til Íslands at loysa av fyri Herjólf 4, verður eingin sigling á leið 8 millum Krambatanga og Tórshavn frá fríggjadegnum 24/11 og fyribils til og við týsdagin 5/12.

 

Herjólfur 4, ið dagliga siglir millum Vestmannaoyggjarnar og Landeyjahöfn, hevur fingið trupulleikar við einum motori, og tí er Herjólfur 3 boðsendur til Íslands av loysa av.

 

Tað er ásett í leigusáttmálanum millum Strandferðsluna og Vegagerðin í Íslandi, at eigarin í slíkari støðu hevur rætt til at boðsenda Herjólf 3 at loysa av.

 

Skipið fer væntandi av Havnini á middegi fríggjadagin, skrivar ssl.fo.