Islamski yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin er undir hørðum trýsti í hesum døgum.
Hóast sjálvsmorðsbumbufólk knýtt at felagsskapinum seinastu dagarnar hava dripið hundraðtals av fólkum kring Miðeystur, so ridlar nú av álvara undir tí sokallað kalifatinum.
Mánadagin lupu irakskar herdeildir á býin Fallujah, ið felagsskapurin hertók í januar 2014, og nærum samstundis hava kurdiskar herdeildir lopið á sjálvan høvuðsstaðin hjá kalifatinum, Raqqa í Sýria. Tað upplýsir al-Jazeera.
Herdeildirnar hava samlað túsundtals av hermonnum fyri at vinna býin aftur, ið yvirgangsfelagsskapurin hertók 13. januar 2014.
Kurdiskur herdeildirnar eru stuðlaðar av amerikanska herinum og teirra sameindu, upplýsir ein talsmaður fyri tey sameindu.
- Okkara mál hevur altíð verið at reka IS úr Raqqa og vit fara framhaldandi at stuðla SDF(kurdiska herdeildini), meðan tey fremja teirra átøk fyri at avbyrgja býin, sigur Joshua Walker við al-Jazeera, og leggur aftrat.
- Raqqa kann vera byrjanin til enda hjá bólkinum. Um man hyggur eftir hesum symbolskt, so er hetta týdningarmesta álopið síðani Kobane í fjør.