? Her er onki nýtt. Her er ongin framburður og her er ongin vilji.
Kristian Magnussen, fyrrverandi landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum sigur, at uppskotið, sum landsstýrið hevur lagt fram um fíggjarlóg fyri komandi ár sigur honum so mikið sum, at landsstýrið ikki hevur nakrar ætlanir á sosiala økinum.
Vit hava biðið fyrrverandi landsstýrismannin um viðmerkingar til nógv tað størsta útreiðsluøkið á fíggjarlógini.
Hann sigur, at fyri tey veikastu í samfelagnum er uppskotið til fíggjarlóg eitt vónbrot.
? Her er onki nýtt og ongar ábendingar um, hvat landsstýrið ætlar sær á sosiala økinum.
? Einastu ábendingar, vit fáa, eru tvørturímóti, at landsstýrið ikki ætlar sær nakað sum helst á sosiala økinum.
?Her er ongin menning at hóma. Næstan ongar játtanir eru hækkaðar. Tvørturímóti tykist tað, sum um landsstýrið leypir á, har garðurin er lægstur og hevur lagt spariknívin á, har tey rokna við, at mótstøðan er veikast.
? Summi av teimum smáu økjunum eru niðurpínd. Tí har, sum tað er spart, er har, sum fólk formáa sær minst at mótmæla.
? Tað er eisini harmiligt at síggja, at í summum førum er tað brotið niður aftur, sum vit royndu at byggja upp til frama fyri tey veikastu í samfelagnum í míni tíð úti í Tinganesi, leggur hann afturat.
Alv og Javni munandi skerd
Kristian Magnussen sigur, at t.d. er ætlanin at skerja játtanina til Javna yvir 66%, úr 300.000 krónum, niður í 100.000 krónur.
?Tað skilji eg slett ikki, tí tað er ikki meiri enn tvey ár síðani, at eitt einmælt løgting samtykti, at Javni skuldi hava 300.000 krónur um árið, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.Somuleiðis er ætlanin at skerja játtanina til ALV yvir 60%, úr 900.000 krónum niður í 350.000 krónur.
?ALV er eitt verkstað, sum hevur avlamispensjónistar í arbeiði.
?ALV er mangan einasti møguleiki, avlamispensjónistar hava at sleppa út fyri dyr og at fáa eitt innihald í einum gerandisdegi, sum kanska er eitt sindur einsligur annars.
? Umframt at koma út ímillum fólk, hava tey høvi at forvinna sær nøkur oyru í einum vardum umhvørvið.
? Á fíggjarlógini í ár settu vit 900.000 krónur av til ALV.
Kristian Magnussen sigur, at hann veit ikki, hví verulig gongd ikki kom á ALV í ár.
? Men at lækka játtina niður í 350.000 krónur komandi ár er ein merkilig ábending at geva hesum fólkum, sum hava brúk fyri ALV, tí við teirri upphæddini fær verkstaðið onki gjørt.
Ikki eitt oyra
Kristian Magnussen sigur, at tað ørkymlar hann ikki sørt, at tað er ikki eitt oyra sett av til bústovnar undir serforsorgini.
? Undanfarna landsstýri setti 4 milliónir av til endamálið og eg fati ikki, at ætlanin er at taka játtanina helt av komandi ár.
Kristian Magnussen sigur, at t.d. tók hann sjálvur stig til at seta eina bygginevnd til at byggja ein stovn í Klaksvík.
?Runt um landið er nógv brekað, sum hava brúk fyri einum slíkum stovni. Men har eru ikki umstøður hjá teimum at vera. Tí verða tey spakiliga slúsað til Havnar. ? Og av tí at tey koma til Havnar verður ongantíð ?tørvur? á slíkum stovnum kring landið.
? Eg helt, at einasti mátin at venda hesi gongdini var byggja ein stovn. t.d. í Klaksvík, har tørvur heilt vist er á honum.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin sigur, at tann føroyski veruleikin er, at tað mangla stovnar til autistar og nógv onnur brek.
? Tí skilji eg slett ikki, hvussu landsstýrið kann strika játtanina til bústovnar.
Hann dugir heldur ikki at síggja nakra ábending í fíggjarlógini um, at ætlanin er at styrkja eldrarøktina,
Letur ikki upp
Kristian Magnussen vísir eisini á, at hann tók stig til at gera eitt heim á Eirargarði til fólk, sum eru í barndømi.
? Fýra milliónir vórðu settar til endamálið í ár og ætlanin var, at 12 fólk skuldu flyta í heimið í ár og 24 komandi ár.
? Nú eru vit komin í oktober, og enn røkist onki fyri, at nakað hendur.
Kristian Magnussen sigur, at hann skilir ikki, hví heimið ikki letur upp, tí hetta er ein ovurhonds stórur trupulleiki.
Sera ússaligt
Hann vísir tó á, at ætlanin er at hækka játtanina til endamálið upp í 5 milliónir komandi ár.
? Men eg haldi, at tað sera ússaligt, at landsstýrið í fyrra lagi ikki hevur latið heimið upp enn, og í øðrum lagi er tað ússaligt at ætlanin ikki er at seta meiri enn 5 milliónir av komandi ár.
? Tað er ein hópur av fólki, sum eru meiri og minni óhjálpin, og sum ikki fáa tað umsorgan, tey hava brúk fyri - og sum avvarðandi tískil hava alstóran ampa av.
? Tørvurin er ómetaliga stórur. Og tí er tað enn meiri óskiljandi, at landsstýrið heldur ikki ætlar at seta meiri av til endamálið tey komandu árini.
? Heilt fram til 2002 er ikki ætlanin at seta meiri enn hesar somu 5 milliónirnar av til heim til tey eldru.
Kristian Magnussen sigur sigur, at hinvegin er ætlanin at stuðla eldrasambýlum.
? Men tað er avgjørt neyðugt at játta meiri pengar til røktarheim og heim til fólk í barndømi.
? Tí annars enda sambýlini sum røktarheim burturav.
? Og tá krevjast heilt aðrar upphæddir til sambýlini -eisini til at ansa teimum, enn tær upphæddir sum heimarøktin fær
Fólkapensjónin í stað
Kristian Magnussen sigur, at tað tíverri heldur ikki tykist, sum um ætlanin er at gera nakað við fólkapensjónina.
? Hækkingingarnar, sum eru, eru bara vanligar framskrivingar.
? Og vit mugu bara ásanna, at landsstýrið ætlar heldur ikki at hækka fólkapensjónina komandi ár.
? Tíverri stendur heldur ikki eitt orð í fíggjarlógini um, hvat landsstýrið ætlar sær á pensjónsøkinum.
Frádrátturin tikin av
Kristian Magnussen fatar heldur ikki, at stuðulin til uppihaldspening er tikin burtur.
? Fyrr kundi uppihaldspengar, sum tað almenna álegði fólki at betala, dragast frá í skatti.
? Talan var um barnapengar til børn undir 18 ár og um uppihaldspengar til hjúnafelaga, tá ið hjún eru skild ella sundurlisin.
? Tá ið frádráttirnir í skattinum vórðu tiknir av og gjørdir til útgjald, royndi fólkaflokkurin at taka frádráttin fyri uppihaldspengar heilt av.
? Men tað vildu vit ikki og tað endaði so við, at tey, sum tað almenna áleggur at betala uppihaldspengar, fáa 50% aftur.
? Men nú tykist tað sum um landsstýrið hevur broytt skattalógina- uttan at leggja málið fyri tingið, tí nú er frádrátturin fyri uppihaldspengar tikin heilt av.
Kristian Magnussen heldur, at hetta fer at koma ógviliga illa við hjá teimum, sum hava rætt til uppihaldspengar, tí tað fer ikki at gera tað lættari hjá teimum at fáa pengarnar - uttan at landsstýrið hevur eina stóra umsiting av tí.
Hann vísir eisini á, at játtanin til ung í arbeiði er lækkað eina millión, úr 6 milliónir niður í 5 milliónir.
Ikki okkara trupulleiki
Men skal alt hetta hækkast, sum tú vísir á, er tað neyðugt at hækka fíggjarlógina. Skuldi fíggjarlógin verið munandi hægri, ella er hetta ein spurningur um raðfesting?
? Tað kann gott vera, at at fíggjarlógin skuldi verið hægri.
? Men tað er ikki okkara trupulleiki, tí javnaðarflokkurin viðurkennur, at sum er hava vit brúk fyri blokkinum.
? Men tað halda ikki øll.
? Og tey fara uttan iva seinni at koma í trupulleikar politiskt, um tey samstundis fara at hækka útreiðslurnar nú.
? Sparingar og manglandi játtanir loysa so í hvussu so er ikki trupulleikarnar hjá teimum, sum hava brúk fyri hesum tænastum.
Kristian Magnussen sigur eisini, at hann er sera spentur eftir at vita, hvussu støðan verður í 2002.
? Líka til í 2002 er ætlanin at hækka báði rakstur og íløgur á fíggjarlógini.
? Men í 2002 er ikki ætlanin, at vit skulu hava ríkisstuðul úr Danmark. Tá verður áhugavert at vita, hvussu fíggjarlógin sær út, leggur fyrrverandi landsstýrismaðurin afturat.










