- Herinni øsa vit okkum ikki

Í “Torvalds Kaffi” hava menn í Gøtu eitt stað, har teir kunnu hugna sær saman til eitt prát afturvið einum góðum kaffimunni. Kaffið hevur Torvald sjálvandi gjørt.
- Hóast vit tosa um so ymisk evni sum fótbólt og politikk ella fiskarí, gongur alt siðiliga fyri seg, sigur 81 ára gamli gøtumaðurin, Torvaldur Joensen.

Klokkan er farin at nærkast trý. Men enn er tann stóra mannfjøldin ikki savnað her í rúminum.
Torvald hevur, sum hann er vanur, longu sett kaffið útá. Løtu seinni er tað liðugt og verður koyrt í termokannuna.
- Tíverri, tit. Í dag eigi eg einki afturvið, bara sukurmolar, sigur hann við umboðini fyri Sosialin.
Annars hevur ikki staðið á at fáa køkur at seta á borðið. Tað er altíð onkur sum kemur við køkum.
Í dag er týsdagur, triði páskadagur, og helst man væl vera etið heima við hús hesa høgtíðina heima við hús.
Spurningurin er, um nakar orkar kaku í dag!

HB’arar
Tað gongur ein løta aftrat, og nú kemur ein maður inn – tann so kendi vinnulívsmaðurin, Oddfríður Gregersen.
Teir fara allir úr skógvunum, áðrenn teir koma innar í hugnaliga rúmið. Gamlar myndir hanga á vegginum og onkrar bøkur liggja á einum lítlum stovuborði.
Út í gongini standa skógvarnir og á vegginum eru nakrir seymar festir. Her hongur eitt skóhorn, men annars verða seymarnir nýttir at hanga húgvurnar á. Á hurðini er eitt skelti sum boðar frá, at loyvt er ikki at roykja inni í matarhøllini.
Í fundarhølinum er eitt borð, og tað er kring hetta borðið at dagsins evni verða viðgjørd. Her er gott útsýni yvir havnarlagið.
Oddfríður fer beinanvegin til termokannuna, skeinkir sær ein kaffimunn og fær sær pláss við vindeygað. Hann dregur ein stól út frá borðinum og setur seg við beinunum hægst.
- Nú, fremmandafólk í Gøtu í dag. Havnarmenn?! So eru tit sikkurt HB’arar.
- Nú, hvat dámdi tykkum dystin í gjár?, sigur Oddfríður við einum stórum brosi.

Ikki lidnir at práta
Teir, ið møtast her eru nakrir tilkomnir og andsfrískir menn, sum ynskja at fáa eitt gott, gevandi og hugnaligt prát.
Teir møtast tvær ferðir um dagin -um 9-tíðina á morgni og hugna sær so saman í einar tveir tímar ella so, og koma síðani aftur um 3-tíðina í somu ørindum.
Vanliga eru teir eini 10 mans, ið hittast. Onkutíð eru teir fleiri og onkutíð færri. Teir flestu eru úr gøtu, men tað kemur meiri enn so fyri at onkur leirvíkingur ella fuglfirðingur koma á gátt.
Evnini, teir práta um kunnu vera sera ymisk. Dagsins mongu mál, sum fjølmiðlar og tingfólk umrøða verða eisini umrødd her.
- Vit hava so nógv at práta um, at vit verða nærum ikki lidnir at práta. Viðhvørt kunnu menn eisini verða rættiliga ivrigir og heitir í prátinum.
- Men noy. Einki við at øsa seg upp. Hevur onkur allíkavæl hug at øsa seg, kann hann bara fara og síðani smekka við úthurðini, slær Oddfríður fast.



Kaffi til sín og aðrar
Tað var Torvald sjálvur sum var atvoldin til hetta undirhúsið í Gøtu. Hetta hendi í roynd og veru uttan at hann sjálvur ætlaði tað júst soleiðis.
Torvald hevur koyrt mangar túsund kilometrar við millum annað skúlabørnum, men tá hann gavst við hesum, fekk hann arbeiði hjá Harenga í Gøtu.
Hansara virkisøki var at taka sær av maskinunum. Og sunnumorgnar plagdi hann at fara oman á havnarlagið, fyri líkasum at hyggja eftir maskinunum, soleiðis at tær kundu verða klárar til arbeiðstíð dagin eftir.
Fyri honum var hetta eitt ábyrgdarfult arbeiði, sum skuldi gerast 100%. Tað var kortini eitt annað sum eisini skuldi gerast, og tað var ein kaffimunn til sín sjálvan.
- Men líka veit eg. Menn byrjaðu at koma inn til eitt prát og til ein kaffimunn. Hetta gjørdist so líðandi til ein sera hugnaligan sunnudag fyrrapart, greiðir hann frá.

Týdningarmikil uppgáva
Tá Torvald var farin um tey 75 árini gavst hann at arbeiða hjá Harenga. Nú fór hann í eitt annað “starv”, sum hevði meiri verið stóra áhuga hansara fyri fótbólti og GÍ at gera.
Sunnumorgnar hevði hann sum uppgávu at fáa fløggini við vøllin á stong, áðrenn hvønn dystin. Og til hetta arbeiðið hoyrdi sjálvandi eisini kaffi.
Eisini her fekk Torvald fullgott prógv fyri, at tað vóru aðrir enn hann sum dámdu væl at fáa ein kaffimunn sunnumorgun og eitt gott GÍ-prát undan dystinum seinni um dagin.
Á henda hátt var nærum skaptur ein tørvur fyri einum staði, har menn kundu koma saman at tosa saman um dagsins viðurskifti.

Tikin á bóli
Um somu tíð varð arbeitt við eini heilt aðrari ætlan, nevniliga at geva fólki eitt slíkt stað – eitt sonevnt undirhús á havnarlagnum í Norðragøtu.
Hølini vórðu innrættað, og nú var dagurin komin, tá hetta skuldi takast í nýtslu seinnapartin ein ávísan dag. Hann var staddur í Fuglafirði hjá dóttrini, men var biðin um at verða við til hetta hátíðarhaldið.
Beint tá skilti hann ikki, hví júst hann skuldi vera við til hetta. Men tað fann hann útav stutt eftir har á havnarlagnum, har sjálvur borgarstjórin í bygdini var til staðar.
Tað var kortini eitt sum undraði Torvald almikið: Nú høvdu teir innrættað hølini so snotuligt, men hann helt at tað hóast alt sá eitt sindur kloddut út omanfyri vindeygað.
- Einaferð, nú rópar borgarstjórin á meg, og bað meg koma yvir til hansara. Eg skuldi síðani taka í ein snór fyri at avdúka navnið á undirhúsinum.
- Tá eg so togaði í snórin kom navnið undan, “Torvalds kaffi”. Tú kanst ætla at eg gjørdist bilsin, minnist hann afturá.



Gott GÍ-avrik
Tað er kortini eitt einstakt mál sum hesir menninir eru rættiliga samdir um: GÍ.
Sjálvur var Torvald ikki til dystin dagin fyri millum HB og GÍ í Gundadali, sum gøtumenn altso vunnu 3-2.
Hann hevur kortini til fulnar skilt og fingið innlit í, hvussu stórt hetta bragdið var.
- Tú kanst bara ætla, at tað var sera sera gott lag á monnum í morgun. GÍ’ararnir vórðu sera nógv róstir eftir dystin í gjár. Hesin dysturin verður seint gloymdur, sigur Torvald.


Ikki kaffistova – men kaffi
Torvald leggur stóran dent á, at Torvalds Kaffi ikki er ein café, men stendur altso fyri kaffi!
Hetta hava kortini ikki øll skilt, serliga tey fremmandu ferðafólkini sum koma til bygdina.
- Tey spyrja ofta, um ein kaffimunnur fæst til keyps. Tey síggja bara skelti við kaffi, og halda tað vera eina kaffistovu, sigur hann við einum brosi.
Einaferð kom ein stuttleikabátur úr Skotlandi og legði at landi her við havnarlagið. Úr bátinum kom ein kvinna, sum spurdi um møguleiki var at fáa sær eitt brúsubað.
Hetta lá væl fyri, tí í undirhúsinum er nevniliga bæði toilett og brúsurúm.
- Tú kanst ætla, at hon var ógvuliga fegin um tilboðið, sigur Torvald. Fleiri fólk hava eisini nýtt brúsuna í samband við G-festivalin í Gøtu.