Hóast hann er komin nakað upp í árini, tá roknað verður í ítróttarhøpi, so kann ikki annað sigast, enn at Heri Ziska leygardagin undirstrikaði, at føroyingar, sum taka frælsa ítróttin í álvara og venja nógv kunnu røkka langt, og hetta eigur at vera íblástur til yngri og evnarík fólk.
Heri Ziska luttók í donsku meistarakappingini í diskos, og í síðsta umfarinum ? inntil tá hevði hann verið á triðja plássinum ? kastaði Heri Ziska út á 46,62 metrar. Hetta var næstbesta kastið í allari kappingini, og harvið vann føroyski luttakarin silvur. Kastið var ein metur styttri enn besta kastið hjá Hera Ziska í oyggjaleikunum.
? Eg hevði vónað at enda á fjórða plássinum, men eg hevði ikki roknað við at rokkið longur upp enn á fimta ella sætta plássið, segði Heri Ziska við útvarpið leygarkvøldið.
Gullkastið var omanfyri seks metrar betri enn kastið hjá Hera, og metið hjá Hera Ziska er omanfyri 48 metrar. Men hesa ferð var 46,62 metrar nóg mikið til silvur krónuna. Allir teir bestu kastararnir í Danmark luttóku í DM kappingini.
FM komandi
vikuskifti
Heri Ziska hevur verið okkara fremsti maður í frælsum ítrótti í eitt tíggju ára skeið, og hann fer ivaleyst at teljast millum teir fremstu nakað afturat, tí hann tekur venjingina í stórum álvara. Men tað hevur stóran týdning at staðfesta, at tað ber til hjá føroyingum at røkka so mikið langt. Hetta átti at givið ungum føroyingum brell til at venja og royna seg í altjóða kappingum, og tað er einki at ivast í, at møguleikarnir fyri avrikum í einstaklingakappingum úti í heimi eru størri, enn teir eru fyri góðum lilðavrikum.
Umframt Hera Ziska so luttók Ási Mikkelsen eisini í DM kappingini. Besta lopið hjá honum var 6,82 metrar, og tað rakk til eitt plass sum nummar sjey í longdarlopi.
Komandi leygardag verður FM kapping í fræslum ítrótti á Svangaskarði, og tá verður fyrsta høvi hjá øðrum føroyingum at royna seg, og kanska leggja lunnar undir eina framtíð í frælsum ítrótti.









