Heri varð tveittur á sjógv

Festligi útvarpsmaðurin Heri Jacobsen hevði sín fyrsta arbeiðsdag á Rás2 í - og tað varð ein váttlig byrjan. Heri varð nevniliga tveittur á sjógv í beinleiðis summarsending Heri Jacobsen gjørdi í dag comeback sum útvarpsmaður. Heri var víðagitin sum festligur reportari í útvarpssendingini Barometrinum, og eftir ein steðg frá útvarpsarbeiði í nøkur ár, var Heri aftur at hoyra á FM í dag.

 

Heri Jacobsen er ein av vertunum í nýggju summarsendingini Vágspop, sum Rás2 sendir hvønn mikudag í summar.

 

Fyrsta sendingin var seinnapartin í dag, og móti endanum av sendingini, fekk Heri Jacobsen eina ordans vælkomstgávu frá Rás2. Kári Sólstein, sum arbeiddi saman við Hera Jacobsen í Útvarpinum, skumpaði Hera út av bryggjukantinum og á sjógv í Vágsbotni. Umbønin um hesa gerð segðist verða komin av Rás2.

 

Heri Jacobsen slapp í øllum góðum upp á land aftur, og um hann nú ikki hevur fingið fullkomiliga skrekk fyri nýggja arbeiðsplássinum, so verður hann aftur at hoyra á Rás2 mikudagin í næstu viku.

 

Spurningurin er bara, um hevnd er í væntu...