?Heri Ziska tók sunnudagin lut í kapping í sleggjuvarpi. Í innleiðandi kappingini gjørdist Heri nummar 8 og kom tí við í finaluumfarið. Í finaluni tók hann seg fram um ein luttakara afturat og endaði sum nummar 7. Andrew Frost av Isle of Wight var nógv tann besti í kappingini, og vann kappingina rættiliga trygt.