Heri vann 10. ferð á rað

Heri Ziska vann aftur bronsu í sleggjuvarpi, og gleðin um hetta tóktist vera størri enn vanligt

 

Sleggjuvarp


Talan var nevnliga um 10. kapping upp í slag í Oyggjaleikahøpi, har Heri hevur ognað sær heiðursmerki, og sum vera man, var hann eisini sera errin um hetta, tá kappingin var av.

- Hetta hevur verið ein heilt serlig medalja. Tá eg taldi eftir seinastu Oyggjaleikir, hevði eg vunnið níggju heiðursmerki á rað, so hetta er nakað, sum eg havi miðjað eftir í tvey ár. Tá eg varð skaddur í fjør summar, var eg um rappi at kasta alt frá mær, men soleiðis bleiv tíbetur ikki.


Kappaðust um bronsuna

Besta kastið hjá Heri var 44,51 metrar, og hóast hetta var nakað minni, enn Heri plagdi at kasta, so var hann kortini nøgdur.

- Allir kastaðu einar tveir metrar minni enn vanligt, so tað er allar helst í lagi, vil eg siga. Ringurin at kasta úr var ógvuliga seinur, og tá eg sjálvur eri heldur seinur, so er tað eyka torført hjá mær. Heldur ikki havi eg kunna vant stigini hjá mær orsakað av skaða, so alt í alt hevði eg torførar umstøður. Tíbetur gekk tað so kortini.

At talan ikki gjørdist um meira enn bronsu, var at kalla nakað, sum Heri visti av frammanundan. Vinnarin av kappingini hevur júst vunnið bretska U-23 meistaraheitið, og kastaði einar fimtan metrar meira enn Heri.

- Vit vistu undan kappingini, hvør fór at vinna gull og silvur, so kappingin hjá okkum øðrum stóð um triðja plássið, og tað er altíð stuttligt at vinna ta kappingina.


Gevur ikki medaljuna

Næsta kappingin hjá Hera verður klingruvarpið, sum er á skránni hósdagin, og her tykist Heri eisini at hava hampuligar vónir.

- Tað verður spennandi. Støðan er hin sama. Orsakað av skaðanum í hondini, sum eg fekk í fjør, havi eg ikki fingið vant nóg nógv, og onkrar av mótstøðumonnunum kenni eg slettis ikki, umframt at onkrir av teimum, sum vóru við fyri fyrstu ferð fyri tveimum árum síðani, helst hava tikið seg fram.

- Eg kasti heldru ikki so langt sjálvur, sum eg gjørdi fyri tveimum árum síðani, men sum vindurin var í dag, so hóskaði hann sera væl til mín.

Undir øllum umstøðum, so hevur Heri eitt gullmerki at verja, og tað ætlar hann sær so eisini.

- Teir skulu í øllum førum ikki vænta, at eg fari at geva teimum medaljuna, sigur Heri at enda, tá hetta seinasta verður havt á lofti.