Heri Ziska, venjari hjá ítróttarfelagnum Hvirlan í Havn, er av Dansk Atletik Forbund tilnevndur at vera í uppskoti at gerast ársins leiðari innan frælsan ítrótt í kongaríkinum.
Tríggir mans eru tilnevndir. Hinir báðir eru Karsten Munkvad, forseti í Dansk Atletik Forbund, og Michael Bruun Jepsen, ið er kendur sum høvuðsmaður handan Copenhagen Open.
Í lýsingini av Hera skrivar DAF, at hann er ágrýtin, eyðmjúkur og fyrikomandi við einari góðari venjingarfilosofi, tá tað snýr seg um venjing av ungdómi, og at hann spakuliga ger tey góð.
Ársins leiðari verður kunngjørdur á ársveitsluni hjá frælsa ítróttinum í Danmark tann 29. oktobur. Tilber at atkvøða fyri Hera niðast á leinkjuni HER.