Heri Thomsen á íslendskum hondum

Størsta flutningsfyritøkan í Føroyum, P/F Heri Thomsen, varð fyri ólavsøku selt til Eimskip

- Tað er við sorgblídni, at vit hava tikið hesa avgerðina, men ein heildarmeting av útlitunum í vinnuni sigur okkum, at hetta var tað optimala, sum vit kundu fáa burturúr nú, og tað var ikki serliga lokkandi hjá okkum at halda fram, sigur Tórhallur Thomsen, stjóri í P/F Heri Thomsen, sum nú er selt til íslendska felagið Eimskip.
Í november í fjør keypti fyritøkan farmaskipið Norland, sum sigldi millum Føroyar og evropeiska meginlandið, men hetta skipið verður nú drigið inn í virksemi hjá Skipafelagnum. Enn er ikki greitt, hvat verður av hesum skipinum.
- Vit roknaðu ikki við at fáa yvirskot frá fyrsta degi, men útlitini síðan november eru versnaði og fyritreytirnar broyttar, sigur Tórhallur Thomsen, og her hugsar hann serliga um, at oljuprísurin hækkar, og nøgdirnar av fiski, ið koma uppá land, eru minkandi.
Hann leggur afturat, at felagið kundi hildið fram sum áður, men hetta var ikki serliga áhugavert í løtuni.

Yvirkapasitetur
Tórhallur Thomsen heldur, at kappingin innan farmaflutning er ov hørð, og tað hevur verið ein yvirkapasitetur á økinum. Sambært Tórhalli hevur kappingin verið beinhørð, og eingin hevur fingið nakað serligt burturúr.
Hann er hinvegin ikki bangin fyri, at kappingin innan farmaflutning ikki verður nóg hørð í framtíðini.
- Vit hava tríggjar aktørar innan farmaflutning, sum eru Eimskip (Skipafelagið), Samskip og Smyril Line, og teir fara at syrgja fyri, at kapping verður á hesum økinum, sigur Tórhallur Thomsen.
Tórhallur Thomsen heldur fram sum stjóri í P/F Heri Thomsen, sum hevur 30 bilar, ið flyta farm kring landið. Hetta virksemið verður óbroytt framyvir. Fyritøkan varð sett á stovn í 1957.