Farmaskip
Dóttirfelagið hjá P/F Hera Thomsen í Gøtu, sum eitur Norlink, hevur keypt norska farmaskipið, Nordland.
Skipið kemur til Føroya í januar, og ætlanin hjá Norlink er, at skipið skal sigla millum Føroyar og Danmark.
Skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum hevur skipað fyri søluni av skipinum.
?Farmaskipið, Nordland, er bygt í Noregi í 1976 og er longt í 1982.
Skipið er 87 metrar langt og 14,5 metrar breitt. Tað lastar stívliga 1700 tons.
Nordland hevur síðuportur og tekur einar 2000 plattar og 32 bingjur.
Høvuðsmaskinan er ein B&W Alpha 3432 hk., og ferðin liggur um stívliga 14 míl.