Havnar Arbeiðarafelag fær nýggjan formann á ársaðalfundi felagsins leygardagin hin 4. mars.
Heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag veit at siga, at virkandi formaður felagsins, Heri Reynheim, verður valdur til formann á aðalfundinum.
- Á aðalfundinum undir punkt 1 er val av formanni, men bert eitt uppskot er til formansvalevni, og er tað virkandi formaðurin, sum tískil verður valdur uttan atkvøðugreiðslu.
Heri Reynheim tekur við eftir Hans Joensen, sála, og hann varð fyrstu ferð valdur í nevnd felagsins í 1997.
- Tað var í 2003, at Havnar Arbeiðsmannafelag broytti navn til Havnar Arbeiðarafelag, veit heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag at siga.
Á heimasíðuni hjá Havnar Arbeiðarafelag verður eisini sagt, at bert eitt uppskot er til formansvalevni, og er tað virkandi formaður, Heri Reynheim.
- Tí verður hann valdur uttan atkvøðugreiðslu, sigur Havnar Arbeiðarafelag í kunning, sum er løgd út á heimasíðu felagsins.











