Símun Midjord megnaði ikki at halda fast um oddasessin, sum hann hevði vunnið sær eftir fyrsta umfarið í stóru EM-kappingina.
Eftir fyrstu 12 dystirnar hevði Símun níggju røtt, men í næsta umfarinum var hetta tal lækkað niður í seks, so samlaða úrtøkan hjá honum er 15 dystir.
Hetta hevur givið Hera Simonsen og John Petersen rúm í kappingini, og teir eru nú báðir farnir framvið Símuni. Bæði Heri og John høvdu eftir fyrsta umfarið átta røtt, og hetta úrslitið endurtøku teir næstu 12 dystirnar, soleiðis at teir nú hava 16 rættar dystir hvør. Eitt imponerandi miðal upp á 66,7%.
Talan er tó framvegis um eina harða kapping í dystinum um at vinna stóra vinningin, sum er ein fótbóltsferð í Europa eftir egnum ynski. Men oddurin er nú um at gerast smalur.
Niðanfyri prenta vit tó yvirlit yvir teir tíggju veddararnar, sum hava staðið seg best higartil.
Toppurin
Heri Simonsen16
John Petersen16
Símun Midjord15
Dánjal Joensen15
Jákup E. Jacobsen15
Osvald Hansen14
Rúnar Jacobsen14
Jákup Bogi Joensen14
Bergur Midjord14
Jens Pauli av Reyni14









