Heri er havnarmaður. Hann hevur arbeitt í Føroya Sparikassa og í Eik í 43 ár. Hann var í síni tíð millum fremstu fótbóltsspælararnar í landinum, og nógvu tey seinnu árini hevur hann skrivað sangir og løg, sum ofta eru at hoyra.
Foreldrini vóru Emly og Palli Nolsøe. Mamman var úr Fuglafirði, dóttir Víka Rasmus, sum var tingmaður fyri Fólkaflokkin frá 1940 og til 1946. Palli var ættaður av Tvøroyri. Emly og Palli fingu trý børn: Heri, Elsebeth og Regin. Tey búgva øll í høvuðsstaðnum.
Í 1966 fór Heri í læru í Føroya Sparikassa, og síðani hevur hann arbeitt har. Nógvu tey fyrstu árini í miðbýnum og síðani úti við Strond. Heri var í mong ár KT leiðari í Sparikassanum, og harvið hevur hann á fyrstu parkett fylgt øgiligu menningini. Tá ið Heri hevði starvast í fjøruti ár í Sparikassanum greiddi hann frá, at tá ið hann fór at læra, vóru tey tólv fólk í starvi. Alt varð skrivað við hond, og hvørja ferð ein kundi var inni á gólvinum, vórðu stóru bøkurnar við kontokortum slongdar upp á ein skrivipult. Upphæddin varð førd inn í sparikassabókina við tveimum undirskriftum, og samstundis varð kontoblaðið dagført í stóru bókunum. Rentan varð útroknað, og dagin eftir varð sama bókin aftur slongd upp á skrivipultin og rentusalda regulerað.
Í 1967 vóru bókingar umvegis holkort skrásettar elektroniskt á Elektron, og dagførd kontokort vórðu útskrivað elektroniskt dagin eftir. 1. januar í 1985 kom fyrsti PCarin í húsið. Eins kollveltandi var tað, tá ið tað varð farið yvir til online skipanina, sum flutti Sparikassan og hinar peningastovnarnar fram í nýmótans tøkni.
Millum arbeiðsfelagar er Heri kendur sum góður samstarvsfelagi, hann er friðarligur og hampuligur, og hann hevur góðan humoristiskan sans.
Tað var tíðliga í tíðini, at Heri í yngru fótbóltsdeildunum hjá HB vísti, at hann hevði framúr góð evni sum fótbóltsspælari. Hann var á tiltikna góða unglingaliðnum í 1967, tá ið hann onkra ferðina var á besta liðnum. Í 1968 varð Heri fastur álopsspælari á besta liðnum, og har var hann fastur fúsur inntil í 1979.
Heri var skjótur fótbóltsspælari. Hann hevði serliga góðan bóltførleika og avbera góða máltevið bar við sær, at hann aftur og aftur var besti málskjúttin í landskappingini, sum hann var við til at vinna fimm ferðir. Fyrsta FM heitið varð tryggjað í Klaksvík 29. august 1971 ella í morgin fyri 38 árum síðani. Árið eftir, 3. september ella 23 ára føðingardagin hjá Hera, vann KÍ FM heitið í Gundadali, og so hefti ikki fyri. Heri og HB vunnu FM í 1973, 1974 og aftur í 1975, og síðsta FM heitið var hann við til at vinna í 1978, tá ið Heri og hinir í HB á Sevmýri stríddust ímóti Nolsøe skyldmonnunum og hinum á fína TB liðnum, sum hevði verið meistari tey bæði árini frammanundan. Í síni tíð spældi pápin, Palli Nolsøe, bæði við TB og við HB, har hann eisini var formaður.
Longu í 1968 var Heri á landsliðnum ímóti Orknoyggjum. Hann umboðaði Føroyar trettan ferðir, og hann skoraði sjey mál. Tá ið Heri var upp á tað besta, var tað ikki so ofta, at tað hoyrdist um, at útlendsk feløg høvdu boð eftir føroyskum spælarum. Longu í 1969 ljóðaði, at AGF vildi hava Hera at spæla við teimum í Århus, men Heri fór ongan veg, og tað fór hann heldur ikki, tá ið tað tíggju ár seinni var áhugi í Svøríki fyri at fáa hann at spæla í Jönköping.
Heri er framvegis trúgvur HB viðhaldsmaður, og tað kemur meiri enn so fyri, at tað verður havt á munni við hann, hvussu tað mundi havt lagað seg við fótbóltinum, um hann hevði havt verið eitt ættarlið yngri og harvið hevði havt heilt aðrar fyritreytir og møguleikar, enn teir føroysku spælararnir høvdu, sum í sjeyti árunum vóru upp á tað besta.
Heri eigur fjøltáttaðar listarligar gávur. Hann hevur yrkt og sett løg til nógvar sangir, sum ofta eru at hoyra. Eitt nú hevur hann arbeitt væl saman við Karl Martini Samuelsen, og so hevur hann yrkt fleiri av sangunum, sum snúgva seg um HB.
Konuna fann Heri í Vági - Dorrit, fødd Kjærbo. Tey eiga tvey børn – Rúna og Beintu. Heri eigur ein abbason.
Føðingardagurin verður hildin leygardagin 29. august, tá ið tað frá klokkan 10 og til klokkan 15 verður opið hús í HB húsinum.
J