Heri var best kendur fyri sítt stóra og slóðbrótandi arbeiði fyri føroyska ferðavinnu. Hann byrjaði hjá Smyril Line og síðan gekk leiðin til Atlantic Airways fyri síðan at enda í stjórasessinum á Ferðaráð Føroya.
Sum ungur telegrafistur starvaðist Heri í Grønlandi, eitt nú í Qeqertassuaq ella Godhavn heilt har norðuri í Diskovíkini. Hann starvaðist eisini hjá Lyngby Radio.
Heri Niclasen var ein dugnaligur og visionerur ferðavinnumaður. Undir
hansara leiðslu hevur Ferðaráðið ment seg og funnið sítt pláss í
samfelagnum. Hann hevði í hesum sambandi fleiri álitistørv, og var hann eitt nú limur í nevndini fyri Fitur.
Heri var ein vældámdur og góður starvsfelagi og uttan mun til hvat starv talan var um, so var virksemi hansara eyðkent av samstarvsanda, góðum hugskotum, hugflogi, nýhugsan og áræði.










