Fríggjadagin koma út endurminningar hjá Hera Mohr, fyrrverandi stjóra á Gjaldstovuni.
Heri Mohr hevur í nakrar mánaðir roynt at festa á blað endurminningar úr sínum langa lívi. Hann er 86 ára gamal og hevur gott minni. Sjálvur sigur hann, at talan er um hendingar, sum í stóran mun hava myndað hansara barna- og ungdóms-, manndóms- og ellisár.
– Av tí at eg ikki havi havt dagbók ella annað av mær skrivað tilfar, er næstan alt tað, eg havi fest niður á pappír, so við og við funnið í mínum skuffudarium, sum eg loyvi mær í hesum føri at kalla heilan. Í stóran mun havi eg knýtt míni lívsminni saman við handritum og øðrum gomlum skrivaðum tilfari, sum eg havi liggjandi eftir pápa mín og abba mín á Skansagarði.
Soleiðis skrivar Heri Mohr í fororðunum í bókini, sum telur heilar 278 blaðsíður.
Hann siguur, at arbeiði hevur verið ikki sørt fløkjasligt sum ein torfør kabala ella eitt trupult putlispæl.
– Einamest tí hendingar, eitt nú á ungum árum, kunnu hála træðrir í øðrum tíðarskeiðum til sín, sum í fleiri førum hava verið neyðugar at knýta saman, sigur hann.
Heri Mohr skrivaði í 2006 børnunum og øðrum, sum standa honum nær, eina bók, ið hann kallaði Endurminningar.
– Nógv av hesum tí, eg tá skrivaði, hevur ikki almennan áhuga. Eg vóni, at hendan bókin er verd at lesa, sigur Heri Mohr millum annað í fororðunum til bókina.
Aftast í bókini er nakað, sum Johan Herman Wessel, Franz Kafka og Beethoven hava skrivað, og sum hevur verið at lisið í bløðunum.