Heri vaks upp fyrstu árini á Skansagarði úti á Reyni. Foreldur hansara vóru Amalia (f. Egholm) og Einar Mohr úr Havn. Tá hann var um tíggju ára aldur flutti húskið í nýggju húsini yviri við Strond – tað einasta húsið, sum var har um leiðir tá.
Undir krígnum bleiv húsið tikið av eingilsmonnum, og búðu tey Undir Pisuvarða øll krígsárini.
Heri hevur arbeitt sum roknskaparmaður stóra partin av sínum lívi. Hann arbeiddi hjá hjá Thomas Dam, Wenzel Petersen og Leif Waagstein. Í 1957 byrjar hann at arbeiða á Føroya Gjaldstovu sum roknskaparleiðari, seinni bleiv hann fulltrúi.
Í 30 ár arbeiddi Heri sum tænastumaður, og í 1987 gjørdist hann stjóri á Føroya Gjaldstovu. Hetta starv røkti hann til 1. november 1991.
Heri giftist við Maritu Pálsdóttir Hansen úr Gøtu í 1950. Tey fingu fimm børn: Sigrún, Biritu, Tordis, Maluna og Gunnar. Eisini eigur Heri dóttrina Lis umframt abba- og langabbabørn.
Marita andaðist 2. apríl 2009, 84 ára gomul.
Heri Mohr andaðist á Lágargarði í Havn, har hann búði seinastu tíðina.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leygardagin klokkan 13.