Heri á Lava Olsen varð settur í starv sum lívbjargari í gamla Svimjihylinum í Gundadali í Havn tann 1. mai í 1973. Á nýggjárinum leggur hann frá sær eftir sløk 36 ár í starvi – harav góð 23 ár sum leiðari.
Tað var tá Ivan Carlsen, sum var fyrri leiðarin í Svimjihylinum og seinni í Svimjihøllini, doyði í 1985, at Heri á Lava Olsen tók við sum leiðari. Soleiðis hava bert tveir leiðarar verið í Svimjihylinum/høllini í Havn, síðani hylurin í Gundadali varð tikin í nýtslu á ólavsøku í 1959.
Heri á Lava Olsen hevur sostatt starvast í gamla hyli, har sum Badmintonhøllin er í dag, og síðani í Svimjihøllini í Gundadali uttan slit í 35 ár.
Freistin at søkja starvið sum leiðari var úti mánadagin, og nýggi leiðarin tekur við í Svimjihøllini í Gundadali á nýggjárinum. Í Svimjihøllini starvast 12 fólk í føstum starvi og átta avloysarar.
Kelda: www.torshavn.fo