Heri Johnson: VÌF fær tað ikki lætt

Team Klaksvík hevur framvegis sítt fyrsta stig til góðar í Atlantic Airways kappingini, men sambært Hera Johnson, so hava teir í Team Klaksvík ikki heilt slept vónini enn at fáa tað fyrsta stigið.

 

Team Klaksvík stendur seg væl tey fyrstu trý korterini í dystunum, men fellur ofta tað seinasta korterið, men hevur VÌF ein ringan dag, og fær Team Klaksvík tingini at rigga, so eru møguleikarnir til staðar, at Team Klaksvík kann fáa stig í Vestmanna, hóast VÌF stríðist fyri møguleikanum at røkka FM-finaluni.

 

Heri Johnson sigur, at Team Klaksvík fer at líta á sítt egna tilfeingið, og hann er vísur í, at úrslitini og stigini fara at koma.

 

Tað ber til at hoyra prátið seinnapartssendingin hjá Rás2 hevði við Hera Johnson í ljóðbrotinum undir greinini.