Í farnu viku bleiv fyrsti partur av sjónvarpsrøðini Whale Wars – Viking Shores við Paul Watson á odda vístur í amerikonskum sjónvarpi. Upptøkurnar eru frá í fjør, tá Paul Watson og hansara fólk vóru í Føroyum í enn eini roynd at steðga grindadrápi.
Tá annar partur verður vístur á amerikonsku sjónvarpsrásini Animal Planet komandi fríggjakvøld, fáa hyggjarar og onnur áhugað møguleika at fylgja við, tá Paul Watson skal kjakast við einum føroyingi um grindadráp. Maðurin, sum fyrst og fremst ætlar at vísa á, at grindadráp ikki er djórapínsla, er Heri Joensen, sum er kendur frá rokkbólkinum Týr. Kjakið fer fram á heimasíðuni hjá Animal Planet, beint eftir at sendingin hevur verið á sjónvarpsskíggjanum fríggjakvøldið.
Bleiv útvaldur til kjakið
At tað júst er Heri Joensen, sum skal kjakast við Paul Watson umvegis internetið, er heldur tilvildarligt. Sjálvur veit Heri Joensen ikki heilt, hví hann er valdur til hetta, og tí gjørdist hann ikki sørt kløkkur, tá eitt umboð frá Animal Planet í New York ringdi til hansara fyri skjótt tveimum vikum síðani.
- Eg veit ikki serliga nógv um hetta enn, men eg gangi út frá, at teir hava valt meg, tí tá Paul Watson og hansara fólk vóru í Føroyum í fjør, gjørdi hansara upptøkulið samrøðu við okkum í Týr, greiðir Heri Joensen frá. Hann hevur júst verið á konsertferð, men er í hesum døgum í Føroyum og heldur frí.
- Tað, sum eg serliga fari at leggja meg eftir at fáa fram í kjakinum er, at grindadráp ikki er djórapínsla, sigur Heri Joensen og leggur afturat, at argumentið, um at grindadráp er gomul siðvenja, ikki heldur.
- Tað er ikki nóg gott bara at argumentera við, at grindadráp er aldargamal siður í Føroyum, og tí skulu vit veiða hval. Tað er eitt argument, sum ofta verður brúkt, men tað heldur ikki, sigur Heri Joensen.
Hevur fyrireikað seg væl
Tað verða ivaleyst nógv fólk bæði amerikanarar og onnur, sum fara at fylgja við fríggjakvøldið amerikanska tíð, tá Heri Joensen og Paul Watson bresta saman í online-kjakinum. Heri Joensen kennir seg tó væl fyrireikaðan og gleðir seg til kjakið.
- Hesa seinastu tíðina havi eg lisið nógv um evnið og sligið ymisk tøl upp, sum eru rættiliga áhugaverd, sigur Heri Joensen.
So hvørt sum føroyingar hava frætt um komandi kjakið millum Hera Joensen og Paul Watson, hava fleiri fólk verið beinasom og sent Hera Joensen ymiskar hentar upplýsingar um grindadráp í Føroyum.
- Fleiri fólk hava vent sær til mín við ymiskum tilfari, sum eg havi lisið og kannað gjølla, greiðir Heri Joensen frá.
Í amerikonsku avísini Los Angeles Times var hósdagin ein stór grein um sjónvarpsrøðina hjá Paul Watson úr Føroyum. Í greinini fortelur Paul Watson millum annað, hvat hann heldur um tað, at hann skal kjakast við Hera Joensen.
- Eg roknaði við, at eg skuldi kjakast við onkrum frá føroysku stjórnini, onkran granskara ella ein av mongu grindaformonnunum, men nú sær tað út til, at eg skal kjakast við forsangaran í einum norðurlendskum heavy metal bólki, ið nevnist Týr. Um hatta er tann frægasti persónurin, sum kann agumentera fyri tí, føroyingar gera, so ivist eg ikki í, at kjakið verður áhugavert, sigur Paul Watson í Los Angeles Times. Útsøgnin hjá Paul Watson ger tó á ongan hátt Hera Joensen fjálturstungnan.
- Watson ánar ikki, hvør eg eri, men eg havi alt fakta upp á pláss, og eg ivist onga løtu í, at eg fari at sannføra fleiri fólk um, at tað, Watson ger, snýr seg ikki um annað enn at forvinna pening við millum annað at vísa manipuleraðar myndir, sigur Heri Joensen avgjørdur.
Týr framvegis vælumtókt
Heri Joensen er tilvitaður um, at tað, at hann fríggjakvøldið luttekur í kjakinum um grindadráp, ivaleyst fer at hava ávirkan og eisini onkrar negativar avleiðingar.
- Longu nú havi eg fingið ótrúligan respons frá føroyingum og ikki minst útlendingum. Eitt nú á Facebook havi eg fingið nógvar viðmerkingar, og jú, onkur vil boykotta Týr, av tí at eg eri fyri grindadrápi, sigur Heri Joensen, sum tó leggur dent á, at størsti parturin av viðmerkingunum frá fólki hevur verið sera positivur, og hann heldur seg hava góðan stuðul frá nógvum fólkum.
Heri Joensen hevur í nógv ár verið virkin innan tónleikaheimin, og bólkurin Týr hevur eisini nógvar fjepparar uttanlands. At Heri Joensen og hinir í bólkinum eru fyri grindadrápi, eigur tó ikki at koma bak upp á nakrar fjepparar, tí í 2003 var ein sangur um júst hetta evnið at finna á fløguni Eric The Red. Tí er Heri Joensen ikki bangin fyri, at bólkurin fer at missa allar teir útlendsku fjeppararnir.
- Eg veit, at fleiri taka undir við okkara sjónarmiðum. Harafturat vænti eg, at eg fari at klára at sannføra tey flestu um, hvat tað veruliga er, sum Paul Watson ger, so nei, eg eri á ongan hátt bangin fyri, at vit við hesum kjakinum fara at gerast ein ópopulerur bólkur, sigur Heri Joensen.
Til ber at fylgja við í kjakinum millum Hera Joensen og Paul Watson á heimasíðuni hjá Animal Planet fríggjakvøldið klokkan 22.00 amerikanska tíð.