Heri Jacobsen ger í dag comeback sum útvarpsmaður. Hann verður við í nýggjari summarsending á Rás2, og hann viðurkennir, at hann hevur havt nervar til sendingina í dag Hann plagdi at verða tann vælupplagdi reportarin í Útvarpinum, og seinni var hann vertur í Sjónvarpinum.
Nú eru liðin nøkur ár, síðani Heri Jacobsen veruliga gjørdi um seg á FM-bandinum, men í dag ger hann comeback - sum útvarpsmaður á Rás2.
Heri Jacobsen skal saman við Barbaru Holm og Mirjam Pætursdóttir gera sendingina Vágspop, sum Rás2 fer at senda hvønn mikudag í summar. Sendingin verður send av torginum, har Nólsoyar Páll standmyndin stendur í Vágsbotni í Havn.
- Eg eri sera spentur til sendingina í dag. Eg hvi havt nervar seinastu tíðina, men nú gleði eg meg at sleppa í gongd, sigur Heri Jacobsen.
Sendingin Vágspop verður at hoyra á Rás2 í dag kl. 15.10. Á skránni verða kappingar, samrøður, livandi tónleikur og annað.










