Norðmenn eru í ferð við at keypa seg inn í eitt alibrúk afturat í Føroyum.
Hesuferð er tað smoltstøðina hjá Hera Hjelm í Hovi, sum norðmenn hava fingið eyga á.
Heri Hjelm váttar, at hann samráðist við eitt felag í Noregi um at keypa ein triðing av smoltstøðunum, sum hann eigur í Hovi og í Víkarbyrgi.
Talan er um felagið Norway Seafarms , sum nú ætlar sær uppí aling í Suðuroynni
Prísin vil hann ikki upplýsa, men hann er heilt góður, sigur hann.
Hann roknar við, at handilin verður endaligur um nakrar dagar, tí nú eru bara smálutir eftir at fáa í rættlag.
?Desperat³ penganeyð
Heri Hjelm sigur, at tað var neyðugt at selja um hann skuldi koma longur framá við virksemi sínum.
Tað er av ?desperatari³ penganeyð at eg geri hetta, tí tað er avgjørt neyðugt at útvega felagnum pengar til íløgur.
Tað hevði borið væl til at havt smoltstøðirnar.
Men skal eg koma víðari við roykivirkinum í Porkeri, er neyðugt at útvega pengar til neyðugu íløgurnar.
Hann sigur, at roykivirkið hevur givið undirskot í fleiri ár.
Vit hava tó vónir um at fáa tað at geva yvirskot. Men treytin er, at íløgur verða gjørdar í húsið, báði sjálvan bygningin og í maskinur.
Heri Hjelm sigur, at hann fer at royna at keypa húsið, sum Roykivirkið er í frá Føroya banka.
Ætlanin er so at broyta og útbyggja tað munandi
M.a. skulu øll gólvini gerast av nýggjum, bara tað kostar minst 500.000 krónur.
Men tað verður eisini neyðugt við fleiri og betri maskinum.
Tilsamans skulu íløgur gerast fyri 2,5 milliónur.
Annars er ikki ætlanin at broyta framleiðsluna.
Eini 60 fólk
Tað arbeiða eini 60 fólk á roykivirkinum í Porkeri.
Heri Hjelm sigur, at broytingarnar á virkinum fara at gera framleiðsluna nógv effektivari við tað, at hon verður meiri flótandi og tað verður arbeiðsligari, og úrtøkan verður betri við teimum nýggjum maskinunum.
Hann væntar at tað verður brúk fyri áleið tað sama av fólki eftir broytingarnar á virkinum.
Hann leggur afturat, at ætlanin er at fara undir arbeiðið beinanvegin, tí tað skal verða liðugt í summar.
Ein partur av ábótunum á virkinum verða gjørd eftir kravi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Gongur sína gongd
Heri Hjelm hevur ikki enn fingið umhvørvisgóðkenningina aftur frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Hon vildi ikki geva honum umhvørvisgóðkenningina, eftir hann hevði viðgjørd við Rotanon á Vatnsnesi, men Heri Hjelm kærdi til Landsstýrið.
Landsstýrið álegði Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at geva mær umhvørvisgóðkenningina aftur. So langt er tað ikki komið enn, men vit tosa saman um treytirnar, so tað gongur sína gongd, sigur hann
Vatnið ov vánaligt
Annars sigur Heri Hjelm, at roykivirkið hevur ein trupulleika afturat, og tað er, at vatnið er ov skitið. Kommunan hevur sett reinsiverk upp, men tað reinsar ikki nóg væl. Tí má kommunan undir eina íløgu afturat fyri at fáa vatnið nóg reint Eftir, hvat hann skilir, er kommunan eisini sinnað til tað.