Heri Hjelm missir aliloyvini

Bjarni Djurholm, landssstýrismaður, segði á landsfundi Fólkafloksins, at tað er ikki aktuelt, at gamli eigarin av aliloyvunum í Suðuroy fer at halda fram

Bjarni Djurholm brúkti stóran part av røðu síni á landsfundinum til at tosa um alivinnuna.
Støðan hjá vinnuni er katastrofal í løtuni, staðfesti hann. Tað er eingin ivi um, at hetta verður mál, sum eisini í framtíðini fer at fáa stóran part av tíðini hjá landsstýrismanninum.
Um aktuella málið í Suðuroy, har nýtt felag hevur keypt alibrúk, segði Bjarni Djurholm, at tað ikki verður aktuelt, at gamli eigarin í framtíðini fer at eiga aliloyvini.
Um Postverkið segði hann, at tað verður gjørt til eitt alment partafelag, og at bygnaðurin verður broyttur munandi. Til dømis nevndi hann nøkur meginposthús. So sum eini tvey í Eysturoy, eitt á Sandoynni og eitt í Vágum.