Heri er nú arbeiðsformaður

Heri Silvurdal er nýggjur arbeiðsformaður hjá Vágs kommunu. Hann hevur í nógv ár arbeitt innan byggivinnuna, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Síðan apríl í 2015 hevur Heri Silvurdal verið í starvi hjá Vágs kommunu, og nú er Heri Silvurdal so settur í starv sum arbeiðsformaður.

 

- Vit hava sera gott arbeiðsfólk á tekniska økinum hjá Vágs Kommunus, sigur Danjal Bjarkhamar, formaður í Teknisku Nevnd, sum eisini fegnast um, at fólk við sera góðum førleikum og drúgvum royndum søkja størv hjá Vágs kommunu.

 

- Nógvar spenanndi verkætlanir eru fyriframman á tekniska økinum í Vági, og gott arbeiðsfólk er ein fyritreyt fyri at loysa hesar uppgávur, og tann fyritreytin er heilt greitt uppá pláss, sigur Danjal Bjarkhamar við heimasíðuna hjá Vágs kommunu.