Heri er aftur í HB

Eftir væl eydnað ár á Argjum er skjóti havnarmaðurn aftur í barndómsfelagnum

Fyrr í kvøld varð staðfest, hvør nýggi HB venjarin er. In.fo skrivaði 23. november, at HB tosaði við Jens Berthel Askou, og í kvøld upplýsir HB, at tað verður hesin danin, sum fer av loysa íslendska Heimir Guðjónsson av.

Nú upplýsir HB, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Hera H. Mohr. HB er barndómsfelagið hjá Hera, sum undan hesum kappingarárinum valdi at flyta til AB, har líkindini vóru góð at vinna meiri tíð á besta liðnum, enn hann fekk í HB í fjør.

Í AB var Heri H. Mohr fastur maður og ein av lyklaspælarunum. Hann var bæði framrættaður í borðinum og vongverji.

Á HB heimasíðuni verður upplýst, at felagið og Heri hava undirskrivað sáttmála.