Heri av Reyni í Smiðjuni

Fríggjadagin 23. februar letur Heri av Reyni í Havn upp eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Heri, ið er útbúgvin maskinmeistari, hevur seinastu tjúgu árini starvast í Norðurlandahúsinum, men í frítíðini teknar og málar hann.
 
Heri hevur teknað og málað, síðan hann var ungur, og hann hevur nomið sær útbúgving innan hetta økið á kvøldskúla nakrar vetrar.
 
Myndaevni síni finnur Heri á gongutúrum í Havnini og har umvegir og á ferðum sínum kring landið. Málningar og tekningar hansara á hesi framsýning lýsa eitt nú náttúruna nærhendis Havnini, býin sjálvan, skip við bryggju og einstakar bygdarmyndir. Harafturat eru nakrar náttúrulýsingar í vatnlitum, ið sýna náttúruna í fjølbroyttum litum og lýsi.
 
Heri hevur áður sýnt fram á Ólavsøkuframsýningini og á Hotel Hafnia, men hetta er fyrsta framsýning hansara í Smiðjuni í Lítluvík.
 
Framsýningin letur upp fríggjadagin 23. februar kl. 17 og er opin til kl. 20. Leygardagin og sunnudagin er opið frá kl. 16 til kl. 20.