Heri: Altíð stuttligt at koma inn

FM1: Heri Hjalt Mohr fekk aftur nakrar minuttir á høga bakki

##med2##

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri

 

Heri Hjalt Mohr fekk aftur nakrar minuttir á høga bakki, tá Føroyar í kvøld taptu 3-2 móti Ísrael.

 

- Tað virkar sum um at vit gera tað gott, men vit fáa bara ikki úrslitið, sum vit vilja. Teir fáa eitt brotsspark, sum tað nokk eru deildar meiningar um, sigur høgri bakkurin og leggur afturat:

 

- Tað er altíð stuttligt at koma inn. Eg bleiv rættiliga pøstur beinanvegin og bleiv turrur í hálsinum. Tað var strævið at koma inn til ein slíkan dyst, men tað var eisini fínt. Stuttligt at uppliva okkum fáa mál og eg føldi, at vit høvdu nokk til at fáa ein javnleik, sigur Heri H. Mohr.

 

Heri H. Mohr skal um vikuskiftið spæla í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.