Fyri fyrstu ferð síðani 22. juni var Heri Hjalt Mohr at síggja á vøllinum í dyst fyri Strømmen í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.
Seinast Heri var á vøllinum fyri Strømmen í triðbestu deildini var 22. juni.
Í dag vann Strømmen 2-1 á Gjøvik-Lyn á útivølli. Heri, ið hevur drigist við skaða seinastu vikurnar kom á vøllin í 86. minutti.
Strømmen er nummar sjey í deildini við 30 stigum fyri 18 dystir. Strømmen hevur 11 stig upp til oddaliðið, Skeid Oslo og sjey stig upp til nummar tvey, Tromsdalen.
Nummar eitt flytur beinleiðis upp aftaná lokna kapping. Nummar tvey spælir dystir dystir um uppflyting til næstbestu deildina.
Komandi leygardag klokkan 13 tekur Strømmen móti Grorud á heimavølli.