Hergerð sýnir fram í Ribarhúsi í Fuglafirði

Fríggjadagin klokakn 16 letur Hergerð Joensen upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.

 

– Eg finni mær íblástur til málningarnar í okkara vøkru náttúru, uttan tó at endurgeva hana. Eg royni at geva henni nýtt lív í myndunum, sigur hon.

 

Tá eg máli, kenni eg tað sum um, at eg dansi, eg sveimi og fari á flog í mínum hugaheimi – Eg gerist í góðum lag; og vónandi kunnu myndirnar eisini gleða onnur”.

 

Framsýningin er opin hvønn dag frá klokkan 15 til 17.30, leygardag tó frá klokkan 11 til 1, sunnudag er stongt.

 

Framsýningin endar týsdagin 12. november.