Hóast Hergerð fyri fleiri árum síðani fór frá fyri aldur í sínum dagliga yrki á Landssjúkrahúsinum, so hevur hon ikki lagt penslarnar á hyllina. Hon er ógvuliga virkin og hevur havt nógvar framsýningar seinastu mongu árini.
Umframt at hava havt framsýningar í Havn, har hon býr, so hevur Hergerð Joensen eisini havt onkra framsýning í heimbygdini, sum er heimbygd hennara.
Málningaframsýningin, sum Hergerð fer at hava komandi dagarnar, letur upp í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin klokkan 15, og tá er opið til klokkan 19.
Opið verður eisini leygardagin, sunnudagin, mánadagin og týsdagin. Leygardagin er opið frá 11 til 16, meðan hinar dagarnar er opið frá 15 til 18.