Hergerð Joensen í Smiðjuni

Listakvinnan Hergerð Joensen í Havn letur fríggjadagin 7. september upp eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Hetta er triðju ferð, at hon sýnir fram í Smiðjuni. Talan er um eina framsýning við 30 ógvuliga ymsikum málningum við líka so ymiskum myndevnum.


Framsýningin er opin til og við týsdagin 11. september. Opið er soleiðis: Fríggjadag frá kl. 15-20, leygardag frá kl. 10-16 og sunnudag til týsdag frá kl. 15-18.