Hergerð Joensen 65 ár

Leygardagin 10. november verður Hergerð Joensen bioanalytikari í Havn 65 ár.

Hergerð Joensen er seinnu árini mest kend sum listakvinna og fyri framsýningarnar, sum hon eitt nú hevur í Smiðjuni í Lítluvík. Hergerð er ikki bert listakvinna, hon er útbúgvin laborantur og hevur starvast sum laborantur á Landssjúkrahúsinum í yvir 40 ár.


Hergerð hevur altíð havt áhuga fyri málningalist og hevur sýnt framsýningum hjá øðrum listafólkum stóran áhuga. Seinastu árini hevur hon sjálv tikið pensilin í hond, og væl liggur fyri. Hon hevur bæði luttikið við málningum sínum á framsýningum saman við øðrum og havt fleiri sjálvstøðugar framsýningar.


Tey sum eru blóðdonorar hava lagt til merkis mongu málningarnar hjá Hergerð í Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum, har hon starvast. 30. november 2007 er seinasti arbeiðsdagur hjá Hergerð á Landssjúkrahúsinum. Í hesum sambandi fer Landssjúkrahúsið at skipa fyri móttøku fyri henni, tá hon gevst.


Hergerð málar bæði naturalistiskt og abstrakt. Í fleiri ár hevur hon luttikið á listaskeiðum í Danmark, ofta í Holbæk. Hon hevur atelier í kjallaranum heima við hús, har hon brúkar tað mesta av síni tíð til málningalistina.


Hergerð er ættað úr Fuglafirði og hevur verið búsitandi í Havn í meiri enn ein mansaldur.

Foreldrini hjá henni vóru Herborg og Jóhan Joensen í Toftum í Fuglafirði. Hergerð er gift við Líggjasi Joensen, sum er gøtumaður. Foreldrini hjá honum vóru Hanna og Leon Joensen.


Hergerð og Líggjas eiga trý børn: Heðin, Joan og Herborg, sum øll búgva í høvuðsstaðnum. Hergerð er sera familjukær og gongur høgt upp í ommubørnini, sum eru fimm í tali.