Valið stóð millum Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum og Heðin Mortensen, tá formansval var á dagsskránni fyri fundin í uttanlandsnevndini í gjár.
Úrslitið av valinum varð, at Hergeir Nielsen varð afturvaldur, sum formaður í uttanlandsnevndini. Hergeir Nielsen fekk fýra av teimum sjey atkvøðunum frá nevndarlimunum, meðan Heðin Mortensen fekk tríggjar atkvøður. Hergeir Nielsen fekk sínar atkvøður frá samgonguumboðunum í nevndini umframt frá Jenis av Rana úr Miðflokkinum.
Tað vóru Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, sum settu formansvalið á dagsskránna fyri fundin í uttanlandsnevndini í gjár. Hesir báðir flokkar siga seg ikki kenna seg tryggar við at hava Hergeir Nielsen sum formann.
Bikarið hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum fleyt yvir, tá Hergeir Nielsen í Degi og Viku hóskvøldið segði, at ein samd uttanlandsnevnd hevði heitt á løgmann um at fara uttan um donsku stjórnina til NATO at fáa upplýsingar um ætlaðar útbyggingar í Føroyum. Hesum siga teir báðir flokkarnir seg aldi hava tikið undir við á fundi í uttanlandsnevndini.
Eftir ógreiðu og ymisku útmeldingarnar frá limunum í uttanlandsnevndini, hevur løgmaður biðið um at fáa eina nýggja skrivliga áheitan.