Hergeir Nielsen í nevaleiki

Skaðafrøðin hjá Hergeiri Nielsen tykist ikki at fáa nakran enda. Hann kann als ikki gloyma, at uppskot Sambandsfloksins um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu fall á Løgtingi.

Uppskotið snúgi seg um, at spyrja føroya fólk, um tey ynskja fullveldi og loysing, ella um tey heldur ynskja eina nýggja avtalu, sum liggur innanfyri verandi ríkiseind.

Hergeir Nielsen er so ovurfegin, at hann nú fyri triðju ferð greiðir frá einum fiktivum nevaleiki, sum hann luttekur í og vinnur. Hann greiðir gjølla frá, hvussu ofra verður rakt beint frammaná, og hvussu ofta verður sligið undir tann eina vangan, og hvussu nógv hin vangin eisini má tola.


Villleiðandi yvirskrivt

Yvirskriftina fyri henda øgiliga nevaleik, sum Hergeir fyrst tosaði um í Løgtinginum, og síðani næstan orðarætt endurtók í bløðunum hin 24.- og 25. november, kallar hann ?Nýskipanaruppskotið ? Nýggjar tíðir?. Henda yvirskrift, er navnið á tveimum ritum, sum Sambandsflokkurin hevur sent út til Føroya fólk, og sum púrt einki hava við umrøddu fólkaatkvøðu at gera.

Mitt í nevaleikafrásøgnini skrivar maðurin eisini um ár 2000-trupulleikan, sum fleiri teldur væntandi fara at møta um árskiftið. Hesin trupulleiki hevur heldur einki við Nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum at gera.

Júst sum harðast leikar á, er Hergeir helst komin eftir, at einki samanhang er millum yvirskriftina og innihaldið í frásøgnini um nevaleikin, og tí broytir hann nú yvirskriftina, so at frásøgnin hin 25. november eitur ?Krampar í Sambandsflokkinum?. Men nú er maðurin so pøstur, at blaðið vísir eina mynd, har tungan hjá Hergeiri er við at detta út.


Nevaleikarin

ræðist áskoðaran

Vit skilja væl smádreingjagleðina hjá hesum tjóðveldismanni, tí hann og hansara sameindu kunnu nú framhaldandi leggja alla sína politisku orku í at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum.

Tjóðveldisflokkurin vil eyðsað bíða sum longst við at hoyra fólksins hugsan um júst tann spurningin, sum Sambandsflokkurin reisti. Og Tjóðveldisflokkurin ræðist fólksins rødd í reista spurningi.

Ovurkæti Hergeirs er sjálvandi eisini ávirkað av óvæntaðu hjálpini, sum hann í hesum máli fekk frá Javnaðarflokkinum og leiðaranum í Sosialinum.

Trygvi F. Guttesen