Hergeir leitar eftir undirtøku

 Føroyska fólkið kann ikki liva við, at ein so álvarsamur ivi verður reistur ímóti løgmanni, sigur løgtingsmaðurin Hergeir Nielsen, sum ætlar at finna undirtøku fyri, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna undirskrivingina av tollavtaluni við íslendingar

Løgtingsmaðurin Hergeir Nielsen ætlar at gera eina roynd at fáa undirtøku fyri, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna undirskrivingina av tollavtaluni við íslendingar.
Umsitingin í løgtinginum hevur sett spurnartekin við heimildirnar hjá løgmanni at gera hesa avtalu uttan at løgtingið góðkendi hana, og tað er hendan iva, sum Hergeir Nielsen vil hava av vegnum.
 Føroyska fólkið kann ikki liva við, at ein so álvarsamur ivi verður reistur ímóti løgmanni. Okkara týdningarmesta lóg er stýrisskipanin, og hon kann samanlíknast við grundlógina í øðrum londum, og vit kunnu ikki liva, at løgmaður møguliga hevur brotið stýrisskipanarlógina, sigur Hergeir Nielsen.

Ivast í undirskrift
Tað var tann 2. september í ár, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, skrivaðu undir eina avtalu við íslendingar um tollfrælsi. Hendan avtalan bygdi á ein meira umfatandi fríhandilssáttmála, sum var undirskrivaður tríggjar dagar frammanundan.
Sjálvur høvuðssáttmálin hevði fingið eitt einmælt viðmæli frá uttalandsnevndini, men hann er ikki enn samtyktur í løgtinginum.
Tá ið tollavtalan við íslendingar varð undirskrivað, hevði uttanlandsnevndin hjá løgtinginum ikki havt nakra viðgerð av henni, hóast einstakir limir í nevndini vóru spurdir um avtaluna.
Formaðurin í uttanlandsnevndini, Johan Dahl, bæð løgtingsskrivstovuna gera viðmerkingar til grundgevingarnar hjá løgmanni fyri at gera avtaluna, og í viðmerkingunum verður spurnartekin sett við heimildirnar hjá løgmanni at gera avtaluna, uttan at løgtingið var tikið við.
Johan Dahl segði tó við Sosialin í gjár, at hann gjørdi ikki meira við málið, og at nú var tað upp til løgtingið at gera av, hvussu leikur skuldi farast.

Samgongan eigur at rudda
Hergeir Nielsen, sum umboðar størsta andstøðuflokkin, Tjóðveldisflokkin, í uttanlandsnevndini vil tó ikki sleppa málinum, og hóast løgmaður hevur grundgivið alment fyri sínari avgerð og sagt, at hann gjørdi einki skeivt, vil løgtingsmaðurin hava ivan um heimildarloysi av vegnum.
 Tað besta hevði verið, um samgongan sjálv ruddaði upp í hesum málinum. Tað kundi hon gjørt við at sett sáttmálan úr gildi aftur, og síðani gjørt hann eftir røttum mannagongdum. Men um samgongan ikki vil ella kann tað, so má okkurt annað gerast, sigur Hergeir Nielsen.
Hann sigur seg hava nakrar møguleikar fyri at fara víðari við málinum. Ein møguleiki hevði verið at sett ein skrivligan fyrispurning til løgmann, so hann fekk nærri frágreiðing um málið, ein annar møguleiki er at kæra til landsstýrismálanevndini, og enn ein møguleiki er at reisa misálit.

Kanningarstjóri
Men stigið, sum Hergeir Nielsen helst vil taka nú, er at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra at kanna málið.
Fyri at ein kanningarstjóri skal setast, skulu tveir fimtapartar av løgtingsmonnunum heita á løgtingsformannin um at seta ein slíkan.
Hetta merkir samstundis, at andstøðan ikki einsamall kann gera hetta, tí hon hevur ov fáar løgtingslimir til at gera tað. Tí skulu samgongutingmenn verða við í áheitanini á løgtingsformannin.
 Um samgongan einki ger við málið, so fer eg at royna at fáa undirtøku fyri, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna málið, sigur Hergeir Nielsen.