Kæra
Hergeir Nielsen, løgtingsmaðu, klagar nú landsstýrið fyri Landsstýrismálanevndini.
Tað er framferðin hjá landsstýrinum í málið um miðnámsskúlan í Vági, sum løgtingsmaðurin er so misnøgdur við, at hann nú ger bart og klagar til landsstýrismálanevndina.
Hann sigur, at nevndin hevur eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt.
Tað heldur hann ikki, at landsstýrið ger í hesum føri.
Hann sipar til ætlanina um at flyta miðnámsskulan til Hovs.
Tað er Løgtingslóg, at skúlin skal byggjast í Vági
Men nú er skilligt at Landsstýrið, uttan játtan og uttan at kunna løgtingið, í meira enn eitt hálvt ár hevur arbeitt við øðrum ætlanum enn teimum, ið lógin heimilar.
Samstundis er sjálv byggiætlanin løgd still, sigur Hergeir Nielsen.
? Hóast verkætlanin hevur verið á fíggjarlógini á fimta ári, er løgtingið ikki kunnað um, at hon er slept. Landsstýrið er í staðin fyri farið undir aðrar ætlanir í staðin fyri hesa við ongari játtan og ongari viðgerð.
Valdsmisnýtsla
Hergeir Nielsen vísur á, at Vágs kommuna hevur tvær ferðir havnað ætlanini at flytaskúlan til Hovs, og tað er upplýst, at tað fer ikki at geva byggiloyvið til annað enn ein miðnámsskúla vesturi við Vatnið í Vági.
? Eingin tilsøgn er givin av Tvøroyrar kommunu um at flyta almanna- og heilsuskúlan av Tvøroyri, samstundis sum kommunan skal byggja ellis- og røktarheim í Vági.
Hergeir Nielsen sigur, at eftir ætlanini hjá Landsstýrinum, koma báðar kommunurnar at missa skúlar, sum tær hava gjørt lutfalsliga stórar íløgur í.
? Kommunan er byggimyndugleiki á staðnum, og tað ber ikki til at taka kommunala myndugleikan av ræði.
? Verður hetta kortini gjørt, er talan um valdsmisnýtslu, og er tað júst tað, ið løgmaður fremur saman við landsstýrismonnum sínum, sigur løgtingsmaðurin
Samstundis skyrir hann ætlanina hjá landsstýrinum um at flyta miðnámsskúlan til Hovs sum eina stóra provokatión móti løgtingsins vilja og kommunala sjálvstýrinum.
Hergeir Nielsen vísur á, at kommunurnar í Suðuroy hava samstarvað um ellis- og røktarheim í friði og náðum í nógv ár.
? Eingin ivi er um, at kommunurnar eisini í framtíðini kunnað samstarva um hesa røkt og møguliga byggja víðari á felags røktina, sum er á Tvøroyri.
Hergeir Nielsen sigur, at Løgtingið kann undir ongum umstøðum liva við, at greiða endamálið við byggingini av miðnámsskúlanum í Suðuroy er slept, samstundis sum landsins myndugleikar við sjálvum løgmanni á odda fremja valdsmisnýtslu móti lokalum myndugleikum.
Tí vil hann hava landsstýrismálanevndina at viðgerða málið sum skjótast, so at viðurskiftini koma aftur á beint samsvarandi samtyktum løgtingsins.