Ferðaseðlaprísur
Uppskot Sambandsfloksins um sama kostnað á øllum rutum hjá Strandferðsluni er smatykt við aðru viðgerð.
?Nú kann Hergeir Nielsen í grundini gera av, um suðringar skulu ferðast fyri tað sama sum klaksvíkingar og sandoyingar, sigur Marjus Dam, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Endamálið við uppskotinum er, at tað skal kosta tað sama at ferðast við øllum ferjunum hjá Strandfaraskipum Landsins í framtíðini, sigur Marjus Dam, sambandsmaður á tingi. Ikki soleiðis, at tað skal gerast dýrari norðanfjørðs, men nógv bíligari at ferðast um Suðuroyarfjørð.
Tá málið varð samtykt við aðru viðgerð, vóru nakrir tingmenn, sum ikki vóru á fundi. Teirra millum Hergeir Nielsen, tingmaður Tjóðveldisfloksins í Suðuroy. Hann kann nú, saman við eitt nú Jenisi av Rana, tryggja, at málið eisini verður samtykt, tá tað kemur til triðju viðgerð og soleiðis vera við til at tryggja surðuroyingum nógv bíligari ferðaseðlar um Suðruoyarfjørð, vísir Marjus Dam á.
Hann sigur, at hetta er ikki eitt uppskot, sum bara kann fellast við at vísa á, at tað fer at kosta landskassanum ov nógv, og at neyðugt verður við eykajáttanarlógum. Tí uppskotið gongur út uppá, at broytingin skal koma í gildi á nýggjárinum komandi, soleiðis at tað júst slepst undan at órógva verandi fíggjarlóg við tí, sigur Marjus Dam.









