Í dag, leygardagin 14. august, verður Hergeir Reinert í Havn 50 ár. Hann hevur í mong ár verið smiður, og tað eru ikki so fá, sum eiga hús, sum Hergeir hevur smíðað.</PRE$?$end$!$ Hergeir er sonur til Agnas og Gimma Reinert. Hann er næstyngstur av seks systkjum. Tey eru Anna, Andrea, Hansa, Gunvør, Hergeir og so Finnur, sum doyði fyri nøkrum árum síðani.</PRE$?$end$!$ Hergeir býr saman við Anitu. Tey eiga eina dóttur, sum eitur Bjørk. Frammanundan átti Hergeir Boga, Pætur og Bjartur, og Anita átti Hanus og Svein.</PRE$?$end$!$ Hergeir lærdi fyrrapartin av sjeyti árunum hjá Kurt Hansen og Sten Lorentzen. Hann varð avlærdur í 1976. Meðan hann stóð í læru arbeiddu Hergeir og teir nógv í Eysturoy, har teir eitt nú bygdu virkisbygningin hjá Bakkafrost.</PRE$?$end$!$ Síðani hann var avlærdur, hevur Hergeir verið sín egni arbeiðsgevi. Hann hevur arbeitt saman við Suna Olsen, sum er ættaður úr Tjørnuvík. Teir hava bygt eina rúgvu av sethúsum, og teir eru tiltiknir fyri at vera nærlagdir og snøggir smiðir. Teir hava nógvar fastar kundar, sum teir aftur og aftur gera viðlíkahaldsarbeiði fyri. Eitt nú hava teir í mong ár um jóltíðir tikið sær av viðlíkahaldinum á Hotel Hafnia.</PRE$?$end$!$ Vinmenn heilsa Hergeiri og hansara og ynska hjartaliga tillukku við degnum.