Hergeir Staksberg gevst ikki so. Hann stóð á odda fyri arbeiðinum at fáa savna pengar inn til eitt Fountain hús. Saman við øðrum skipaði hann fyri konsertum og stuðulstiltøkum, soleiðis at pengar til eitt Fountain hús vórðu fingnir til vega. Hann skrivaði og greiddi frá í fjølmiðlunum, setti politiska myndugleikanum spurningar og fanst at.
1. oktober fingu Hergeir Staksberg og hini, sum hava stríðst fyri einum Fountain húsi, løn fyri stríðið. Tá kom fram, at tvær milliónir krónur eru játtaðar til eitt tilboð, sum skal virka sum eitt Fountain hús, ið er eitt tilboð til fólk við sálarsjúku, sum skal hjálpa teimum at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin. Talan er um eitt arbeiðsrættað tilboð, sum skal fyribyrgja nýggjum innleggingum.
Hergeir Staksberg steðgar tó ikki her. Sambært honum er eitt Fountain hús bara eitt tilboð, ið skal »geva fólki við sálarsjúku betri møguleikar at liva, arbeiða og læra«, eins og tað eisini stendur í endamálsorðingini fyri Fountain House Føroyar grunnin.
Tí brettir hann upp ermar enn einaferð, og nú er ætlanin at gera eina sonevnda lísvlinju í Føroyum. Ein lívslinja er ein tænasta til sjálvmorðshótt fólk, har tey dulnevnd kunnu ringja og greiða frá sínum trupulleikum. Meiri um hetta aðrastaðni á hesum síðum.
Leypa politisku skipanina um
Royndirnar hjá Hergeiri Staksberg siga honum, at tað fæst mest burturúr við bara at fara í gongd, heldur enn at sita hendur í favn og bíða eftir, at okkurt hendir.
- Fólk hava tosað um eina lívslinju í Føroyum í tíggju ár, men einki er hent. Men nú fara vit so í gongd, sigur Hergeir Staksberg, sum saman við Jan Zachariasen er farin undir at kanna, hvat krevst fyri at gera eitt tílíkt tilboð í Føroyum.
- Vit leypa politisku skipanina um. Tað hendi jú einki við einum føroyskum Fountain húsi, fyrr enn vit fóru ígongd og byrjaðu at leggja trýst. Men so hendi brádliga ein rúgva. Vit vita, at vit kunnu gera mun, so vit fara bara í gongd, heldur enn at bíða, sigur Hergeir Staksberg.
Sjálvur heldur hann, at tað er átroðkandi neyðugt við eini lívslinju í Føroyum. Millum annað vísir Hergeir Staksberg á, at í Føroyum hava vit upplivað tvey sjálvmorð seinastu tíðina. Aðrastaðni á hesum síðum er eisini eitt yvirlit sjálvmorð í Føroyum í hesi øldini, og seinastu 33 árini.
- Vit kunnu ikki venda blinda eygað til henda veruleikan. Sjálvmorð er nakað, sum hendir í Føroyum. Og helvtin av teimum hoyra til psykiatriina. Tí er tað ein tørvur á eini lívslinju her. Øll kunnu vera samd um, at keðiligt við sjálvmorðum, men tað er so skjótt hjá teimum flestu at gloyma tað aftur. Tey sum verða rakt, tey tað tó ongantíð, sigur Hergeir Staksberg.