Mánadagin byrjar skáin fyri mentanarvikuna, sum verður í Fuglafirði í døgunum 16.-22. september. Hetta verður ikki fyrstu ferð, at Fuglafjarðar kommuna tekur stig til eina slíka viku.
Í september í 2012 skipaði kommunan eisini fyri eini sera umfatandi og væl móttiknari mentanarviku, og tá gekk alt so mikið væl, at nú verður tiltakið tikið uppaftur.
34 ára gamli fuglfirðingurin, Hergeir Eldevig, er settur at samskipa tiltakið. Hann er royndur fyriskipari av ymiskum tiltøkum og var heldur ikki í iva, tá møguleikin stóð honum í boði.
- Eg tók beinanvegin av tilboðnum - eina mest, tí eg havi hoyrt um allar tær positivu afturmeldingarnar, sum tiltakið fekk seinast.
Hergeir heldur, at hóast hettar leggur eitt ávíst trýst á hann sum fyriskipara, tekur hann fegin við avbjóðingini.
- At tiltakið í fjør varð so væl móttikið, er eisini ein staðfesting av, at mentanarvikan í Fuglafirði eigur at vera afturvendandi, sigur ungi samskiparin.
Mentanarvikan í Fuglafirði, sum in.fo fer at venda aftur til í vikuskiftinum, verður eitt sindur minni umfatandi hesaferð, men hon verður framvegis rættiliga áhugaverd við nógvum ymiskum tiltøkum, bæði fyri børn og vaksin.
Á myndini eru tað Hergeir Eldevig, samskipari og Ólavur Larsen, leiðari í Mentanarhúsinum.
Mentanarhúsið verður karmur um fleiri av tiltøkunum á mentanarvikuni.