Hergeir broytt hugsan

Hergeir Nielsen er tann einasti av tinglimunum, sum sigur seg hava broytt hugsan síðan atkvøðugreiðsluna, tá hann atkvøddi nei, fyri at nevna tey samkyndu í revsilógini.

- Tað er grund til at verja tey samkyndu við lóg. Eg undrist á, at løgreglan sigur seg ikki hava heimild til at verja tey. Um so er, noyðist man at lóggeva á økinum.
- Um nakrir av okkara landsmonnum eru útsettir fyri ágangi vegna teirra kynsligu orientering, so haldi eg, at man noyðist at verja tey. Um núverandi lóggáva ikki verjir tey, áttu vit at broytt lógina, sigur Hergeir Nielsen.- Orsøkin til at eg ikki atkvøddi ja, var at eftir teimum upplýsingum eg hevði fingið, helt eg, at tey samkyndu vóru vard í núverandi lóg.