Hergeir á Mýrini á Listaveggingum

Hergeir á Mýrini hevur framsýning á Listaveggingum hjá Eik í Miðvági í august.

 

Hergeir á Mýrini hevur framsýning á Listaveggingum hjá Eik í Miðvági í 
august. 




Hergeir er sandavágsmaður, føddur í 1944. Sum ungur fór hann í 
snikkaralæru fyrst í 60-unum. Í 1965 flutti hann til Íslands og hevur búð 
har síðani.


Hergeir hevur altíð málað av og á. Hann hevur nomið sær vitan á ymsum 
skeiðum innan tekning, vatn- og oljulitir. 



Nú hann er blivin pensiónistur, nýtir hann meira tíð til málningalistina. 
Hergeir hevur verið við á ymsum framsýningum í Føroyum, eitt nú á 
Ólavsøkuframsýningum hjá Lions, eisini hevur hann sýnt fram á 
Vestanstevnum, eins og hann hevur havt sjálvstøðugar framsýningar.