Herfølge selt álopsspælara

Fótbóltur: Chris Hermansen skal næsta kappingarár spæla við AB

Samstundis sum Herfølge-liðførarin Peter Frank er farin til Fraklands at spæla við Strasbourg, hevur felagið hjá Jákupi Mikkelsen eisini selt ein spælara, sum vanliga er at finna í hinum endanum av vøllinum, álopinum.

Chris Hermansen hevur havt skiftandi eydnu í Herfølge, og nú hevur felagið gjørt av, at selja álopsmannin til AB.

Herfølge-spælarin sleppur tó ikki at skifta grasið á Herfølge Stadion út við tað hjá AB nú. Hóast søluna er váttað, verður hon ikki gjøgnumførd fyrr enn eftir lokna kapping, og tí verður Chris Hermansen framvegis at finna Herfølge fram til juni mánaða í ár.